Festival summarið
Tíðin tá føroyingar høvdu einarætt upp á politiskt satiriska punkkenda rokkin hjá 200 er av. Íslendingar hava langt síðan latið oyruni upp fyri 200, hetta hevði m.a. við sær luttøku á stóra festivalinum Air Waves í Reykjavík í fjør, eitt ár har bólkurin somuleiðis vitjaði Grønland og Danmark. Í ár hevur stóri talent festivalurin í Århus Spot Festival bjóða 200 á vitjan og Roskilde Festivalurin avdúkaði í farnu viku, at 200 spæla 3 konsertir á ársins festivali. Men heimligi dunnuhylurin er ikki gloymdur, nú útheimurin sendur boð eftir 200. Bólkurin luttekur á asfalt og Ungdómstúrinum 06 og í dag avdúkar G! Festivalurin, at 200 og pappmasjefokkjúfingurin vera á ársins festivali.
200 hevur átt nakrar av bestu framførslunum á G!, bæði í 2003, 2004 og 2005, og gjørdist konsertin í 2005 legendarisk, m.a. orsaka av tí fantastiska pappmasje fokkjúfingrinum, men eisini tí hetta árið var 200 heitasta føroyska tónleikanavnið við risa 15 teimum bestu hittinum Musclemanblað og hittfløguni Viva La Republica.
Í ár verur 200 aftur aktuellur við nýggjari fløgu, ið verður spæld inn í juni, og kenna vit 200 rætt fer speiski føroyski rokkurin aftur í ár, at vinna nógv føroysk hjørtu ung sum gomul.
Tað er eingin bólkur, ið á sama hátt sum 200 er vorðin ímyndin av G! Festivalinum, ikki minst orsakað av framførsluni í fjør. Tí er hetta eitt navn, ið flestu føroyingar høvdu vænta á G! plakatini.
Niels Arge Galán sangari í bólkinum hevur heldur ongantíð lagt skjól á, at konsertirnar á G! hava serligan týdning fyri bólkin.
G! Festivalurin hevur higartil almannakunngjørt, at íslendski Mugison og týr av fremstu føroysku singer songwriter nøvnunum Teitur, Eivør og Høgni Lisberg luttaka. Talsmaðurin hjá G! Festivalinum <st1:PersonName w:st="on" ProductID="J?n Tyril"$?$end$!$Jón Tyril</st1:PersonName$?$end$!$ segði við planet.fo í fjør, at væntandi vera umleið 35 nøvn á G! 2006. Fleiri útlendsk nøvn eru eftir at avdúka, og væntandi verður okkurt av útlendsku nøvnunum avdúka hesa vikuna. Atgongumerkini vórðu sett til sølu fríggjadagin.