Tað krevur dirvi at bjóða seg fram í kommunalpolitikki, serliga tá tað er millum garvaðar kommunalpolitikkarar, sum enntá hava sitið sum borgarstjórar.
Men tað dirvi átti 20 ára gamla Elin Vatnhamar Olsen, tá hon stillaði upp á listanum hjá Tjóðveldi í Eysturkommunu.
- Fyrstu ferð at onkur nevndi tað fyri mær, helt eg, at viðkomandi skemtaði. Men hesin vissaði meg um, at tala var um álvara, sigur Elin Vatnhamar Olsen.
So hon byrjaði at hugsa um tað, og yvir eitt vikuskifti tók hon avgerð um at royna seg í kommunalpolitikki.
- Eg havi fingið ógvuliga nógva hjálp frá familjuni og vinunum. Eg havi nokk so stóra familju, og tað hjálpir, og annars havi eg tosa við fólk, serliga tey ungu, sigur Elin Vatnhamar Olsen.
Hinvegin hevur hon ikki gjørt so nógva við traditionella valstríðið við at skriva greinar í bløðum, tó at onkur í familjuni hevði hongt nakrar plakatir upp kvøldið fyri valið.
Spent upp á framtíðina
Valkvøldið, tá liðugt var at telja upp, vóru vónirnar ikki serliga góðar.
- Tá eg kom í valhølið hoyrdi eg, at ein, ið eg kappaðist við, hevði einar 73 atkvøður, meðan eg hevði fingið 40. Samstundis hevði Páll Isholm fingið 45 atkvøður. Men so hendi tað, at eg hevði fingið seks atkvøður í Gøtu og kom upp á 46 tilsamans, sigur Elin Vatnhamar Olsen.
Fínteljingin í dag staðfesti úrslitið, og tískil er Elin Vatnhamar Olsen vald á ytsta mandati.
Og hon gleðir seg til avbjóðingina.
- Fyrst og fremst fari eg at seta meg inn í ymsu málsøkini, og tað síggi eg fram ímóti við spenningi. Og ein hin fremsta uppgávan verður at samansjóða báðar bygdirnar, sigur Elin Vatnhamar Olsen.
Hon vil ikki lova her og nú at arbeiða fyri nøkrum ávísum máli, men fyrst at seta seg inn í kommunuarbeiði.
- Eg vil takka øllum teimum, sum góvu mær áræði at stilla upp, og øllum teimum, sum valdu meg til valið. Eg fari at gera mítt besta til at liva upp til hesa ábyrgd, sigur Elin Vatnhamar Olsen, helst ein av yngstu kommunuráðslimum nakrantíð.









