20 ára gamalt træ skrykt upp við rót

Hetta stóra træi hevur staðið í 20 ár í Havn.

Uppi undir Varða í Havn er eisini illveður. Tað mátti Eilif Samuelsen sannað, tá ið hann sá sína eldlandsbók fella fyri trýstinum av hvirlunum og blíva skrykt upp við rót. 

 

 

Eilif Samuelsen sigur við in.fo í morgun, at undir Varða hevur verið ótrúliga nógvur vindur í nátt og í morgun, tó tað er minkað nakað nú um middagsleitið. 

 

 

Hetta er eitt av fyrstu trøunum av sínum slagi, sum vórðu plantað í Havnini. Nøkur eldlandsbókatrø standa í viðarlundini í Havn framvegis. Rótin liggur ikki djúpt og tí letur til, at tað fór alt sum tað var í morgun - eftir 20 ár sama stað. 

 

 

Eilif Samuelsen sigur, at tað hevur mangan verið illveður fyrr, men hann kann ikki minnast nær tað seinast hevur verið so nógvur vindur í høgætt.