- Nei, vit hava onga formella kunning fingið um nakað sum helst. Men vit hava hoyrt tað sum slatur í eina tíð, og sjálvandi løgdu vit til merkis, hvat landsstýrismaðurin segði í løgtinginum henda dagin. Men vit skilja ikki rættiliga endamálið.
Laila Nikolajsen, Sólgerð á Bakkanum og Tóna í Niðristovu eru samdar. Tær tríggjar hava allar verið í starvi á dialysudeildini á Landssjúkrahúsinum í mong ár, og kenna deildina sum sín egna buksulumma. Fríggjadagin í næstu viku, 20. desember, eru 20 ár síðani dialysuviðgerðin varð sett á stovn á Landssjúkrahúsinum. Deildin hevur opið seks dagar um vikuna, umframt trý kvøld. Bara sunnudag er friður. Í løtuni fáa 14 fólk dialysuviðgerð, og tvey afturat eru áveg.
- Tey hava onga nýrafunktión. Okkara uppgáva er at reinsa skitnu evnini úr kroppinum, og eisini skulu vit halda eyguni eftir, hvussu tey hava tað undir dialysuni. Summi gerast illa fyri, blóðtrýstið kann fella, tey kunnu enntá svíma, greiðir Laila Nikolajsen frá.
- Men vit kenna brúkararnar so mikið væl, at oftast eru vit fyrireikað, leggur hon afturat.
Flytingin
Tilsamans seks fólk manna dialysudeildina á Landssjúkrahúsinum. Tær tríggjar á vaktini í dag siga seg væl skilja, at brúkararnir vilja hava tilboðið so tætt sum tilber. Men tær hava ilt við at skilja, hví tað nú eisini er tann besta loysnin.
- Tað ber ikki til at stongja ella niðurleggja deildina her á Landssjúkrahúsinum. Tí vit fáa jú eisini sjúklingar í respirator ella av intensiv, sum hava tørv á dialysu. Henda funktiónin má vera á Landssjúkrahúsinum, argumentera tær tríggjar.
Laila Nikolajsen, Sólgerð á Bakkanum og Tóna í Niðristovu duga snøgt sagt ikki at síggja endamálið við politisku ætlanini hjá Karsten Hansen:
- Við verandi manning ber ikki til at býta okkum upp, soleiðis at vit koma at arbeiða bæði í Havn og í Klaksvík. Og vit hava heldur ikki nóg nógv dialysutól til at kunna flyta tey aftur og fram. So her verður neyðugt, bæði at seta fólk og keypa nýggj dialysutól, um tilboðið skal vera bæði her í Havn og í Klaksvík. Úrslitið verður í besta føri ein nýggj dupultfunktión, og hvar er tá sparingin, spyrja tær tríggjar við ein munn.
Tær hava allar fylgt við orðaskiftinum um sjúkrahúsverkið og hava hug at venda argumentatiónini hjá landsstýrismanninum 180 stig. Ítøkiliga á samrøðu við Karsten Hansen í Sosialinum 29. november.
- Har spurdi landsstýrismaðurin sjálvur, hví viðgerð, sum hevur virkað væl í Klaksvík í áratíggju, skal niðurleggjast, tí sama tilboð kann bjóðast í Havn. Vit hava also havt eina dialysudeild á Landssjúkrahúsinum í 20 ár, og hon virkar eftir okkara tykki væl. So hví flyta nakað, sum virkar, bara tí sama tilboð skal bjóðast í Klaksvík, spyrja tær provokerandi?
Tilboðið
Laila Nikolajsen, Sólgerð á Bakkanum og Tóna í Niðristovu eru samdar um, at tað er ein gongd leið at fáa tilboðið við dialysu út til brúkararnar. Men tað krevur hjálp frá fakfólki, umframt eitt ávíst dirvi frá teimum, sum hava dialysuna fyri neyðini.
- Hæmodialysan, ið vit bjóða her á deildini, kann í princippinum veitast fólki heima við hús. Tey kunnu fáa eitt dialysutól heim at brúka. Men higartil hevur eingin gjørt tað. Eg haldi ikki, at tey tora tað, men vilja heldur vera í tryggum umhvørvi her á deildini, um so er at nakað hendir, metir Tóna í Niðristovu.
Sonevnda posa-dialysan, á fakmáli peritonial dialysa, er eisini ein gongd leið fyri fleiri. Tað er ein lættari viðgerð, har fólk fáa eitt rør inn í búkholuna, sum verður reinsað við serligum dialysuvatni. Men viðgerðin er ikki nøktandi fyri øll.
- Ja, tað ber til hjá nøkrum. Men fyri onnur er neyðugt við hæmodialysu, har blóðið verður reinsað. Og tey koma so øll inn higar, siga tær tríggjar, Laila Nikolajsen, Sólgerð á Bakkanum og Tóna í Niðristovu.