20 starvsfólk í sjónleikarhúsinum Old Vic í London, hava nú ákært Kevin Spacey fyri at hava plága seg. Kevin Spacey var listaligur leiðari í sjónleikarhúsinum fram til 2013.
Fyrr í novembur kunngjørdi løgreglan í London, at hon kannaði nakrar ákærur móti sjónleikaranum um kynsligan ágang. Tað var meksikanski sjónleikarin Roberto Cavazos, sum hevði meldað Kevin Spacey, fyri at hava gjørt seg inn á seg í 2008, meðan teir báðir vóru á Old Vic.
Síðani hava fleiri onnur starvsfólk á Old Vic stuðlað søguni hjá Roberto Cavazos og sagt frá, at framferðin hjá Kevin Spacey var mett sum almenn vitan.
Sjónleikarhúsið Old Vic hevur síðani biðið um umbering fyri, at tað ikki hevur megnað at skapa eitt umhvørvi, har fólk kundu tosa frítt og siga frá um slíkar hendingar.
Hetta eru seinastu ákærurnar móti Oscarvinnaranum. Fyrstu ákærurnar komu frá sjónleikaranum Anthony Rapp, sum ákærdi Kevin Spacey fyri at hava gjørt seg inn á seg, tá Anthony Rapp einans var 14 ára gamal.