Stútt og støðugt tekur Manchester United seg alt nærri toppinum í Onglandi. Eftir at tað fleiri tey fyrstu umførini ikki var sannførandi hjá nýggja venjaranum David Moyes og hansara monnum, so hevur bæði spæl og úrtøka verið støðugari seinastu ferðirnar, og nú hava meistararnir vunnið fulla úrtøku fýra tær seinastu ferðirnar.
Í dag var Manchester United á vitjan í London, har Fulham var vertur. Og longu miðskeiðis í 1. hálvleiki vóru gestirnir frammanfyri 3-0. Í trettan minuttir skoraðu Valencia, van Persie og Rooney, og so var mótbrekkan hjá heimaliðnum uppaftur tyngri. Kacaniklic minkaði um munin miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá ið hann royndi seg við skoti, og bólturin broytti kós, tí hann tók í Rooney. Hóast heimaliðið vísti vilja og dirvi, so eydnaðist tað ikki at fáa spenning í aftur.
Hjá Chelsea, sum í miðvikuni sendi Arsenal úr minnu steypakappingini, var hesin leygardagurin vánaligur, tí Chelsea tapti 2-0 á St. James Park ímóti Newcastle. Heimaliðið legði seg framum miðskeiðis í 2. hálvleiki, og tá ið gestirnir síðstu løtuna spentu álopsbogan, svaraði heimaliðið aftur í næstsíðsta minutti.
Manchester City átti heimavøll ímóti Norwich, sum rættiliga fekk sína søk fyri. Heimaliðið vann 7-0, og tað var merkisvert, at tað vóru sjey ymiskir spælarar, sum skoraðu málini - tað fyrsta var sjálvmál. Merkisvert var tað eisini, at landsliðsmálverjin Joe Hart hesa ferð sat á City beinkinum. Hetta var størsti sigurin hjá City í bestu deildini síðani 1968.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki legði Hull seg á odda ímóti botnliðnum Sunderland. Í síðstu sekundunum undan steðginum sóu tveir av Sunderland monnunum reytt. Hóast heimaliðið allan 2. hálvleik spældi ellivu ímóti níggju, so eydnaðist tað ikki at økja um 1-0 leiðsluna.
Merkisverda søgan í Onglandi í dag er, at Stoke málverjin, bosniski Asmir Begovic, skoraði longu, tá ið tólv sekund vóru farin. Í nógva undanvindinum sendi hann bóltin fram ímóti mótstøðubrotsteiginum, har hann sprakk í vøllin og upp um málverjan! Miðskeiðis í 2. hálvleiki javnaði Southampton til 1-1.
Úrslit í dag: West Ham - Aston Villa 0-0, West Bromwich Albion - Crystal Palace 2-0, Stoke – Southampton 1-1, Manchester City – Norwich 7-0, Hull – Sunderland 1-0, Fulham-Manchester United 1-3 og Newcastle-Chelsea 2-0.
Klokkan 17.30 tekur Arsenal ímóti Liverpool.