Sum nevnt omanfyri á síðuni hevur JFK Trol higartil mist 9 milliónir uppá svartkjaftaævintýrið við Nærabergi síðani mars 2000, tá fyrsti túrurin varð gjørdur.
Fyritøkan hevur gjørt greitt, at teir ikki nýta meiri pening til verkætlanina, sum norski ríkmaðurin Kjell Inge Røkke tó ynskir at halda fram við og koyra pening í. Hanus Hansen, stjóri á JFK Trol í Klaksvík, heldur talan vera um eina ótrygga ætlan, sum hann tó framvegis trýr uppá.
- Fyri at fáa vinning skulu vit koma uppá 100-120 milliónir, og tað restar nakað í enn. Í fjør var talið á 84 milliónum og í 2001 á 92 milliónum, og sostatt resta um 20 milliónir, áðrenn vinningur fæst, sigur Hanus Hansen.
Stendur og fellur við Røkke
Stjórin úr Klaksvík vísir á, at tá teir ikki koyra meiri pening í verkætlanina, og tá tað almenna heldur ikki stuðlar, er Røkke einasta peningakeldan til framhaldandi rakstur.
- Um hann ikki ynskir at nýta meiri pening til Næraberg, kunnu vit heldur ikki halda fram, og so steðgar verkætlanin, vísir Hanus Hansen á. Tískil stendur og fellur tað í seinasta enda við norska ríkmanninum, sum framvegis ynskir at halda fram.
Eingin vinningur í bræði
Hanus Hansen vísir á, at svartkjaftavinnan er krevjandi og dýr, og at samlaða konjunkturgongdin á altjóða marknaðinum hevur havt skaðilig árin.
- Í ár hava marknaðarprísirnir við svartkjafti verið í botni, og talan hevur verið um nýtt met í lágum prísum, vísir Hanus Hansen á. Við hesum í huga hevur Næraberg havt ógvuliga torførar fortreytir at virka undir, og hóast Hanus Hansen heldur fram í verkætlanini saman við Kjell Inge Røkke, hevur hann eina realistiska áskoðan komandi árini.
- Tað heila er ógvuliga ótrygt, og væntandi verður yvirskot heldur ikki næstu tvey árini, sigur Hanus Hansen. Hann leggur tó afturat, at stóri stovnurin við hvítum fiski eigur at kunna nýtast, so vinningur fæst, og tað trúgva teir framvegis uppá kann lata seg gera.