Úrslitið av hesum varð so eitt átta tíma langt skeið, fordeilt upp á tvey kvøld. Elimentini í skeiðnum eru: Hjálp, Eldsløkking, Nýtsla av gummibáti og Praktisk trygdarviðurskiftir umborð. Skeiðið er praktiskt relaterað t.v.s., at nógvar venjingar eru knýttar at skeiðnum
Hetta kvøldið var ein gummibjargingarbátur lutaður burtur. Hepni vinnarin gjørdist Sunrid Torvadal. Leivur Hansen, formaður í havnanevndini hjá Tórshavnar býráð, var komin til at draga lut um bátin, ið var givin av Gummibátatænastuni..
Næsta skeið verður um nóg nógv tekna seg 19. og 20 juni . Bæði kvøldini verður byrja kl 18. Pláss er fyri 10 luttakarum í senn, sigur Marius Magnusson, leiðari á Trygdarmiðstøðini. Tekning fer fram við at senda e-mail til : seasafe@seasafe.fo
Tey sum fingu prógv vóru: Kartni Olsen, Tórshavn, Alvi Nielsen, Hoyvík, Jógvan Bæk, Argir, Johannes T. Johannesen, Tórshavn, Øssur Hjalt, Tórshavn, Jóanes Joensen, Tórshavn, Kristian Glerfoss, Argir, Petur M. Jensen, Tórshavn, Anfinn Norðfoss, Tórshavn, Árni Sørensen, Argir, Jónhild Tummasardóttir, Argir,
Olav A. Olsen, Vestmanna, Rógvi Højgaard, Hoyvík, Tórhild Thomsen, Hoyvík,
Hans A. Højgaard, Tórshavn, Una Højgaard, Tórshavn, Leivur R. Torvadal, Hoyvík, Sunrid Torvadal, Hoyvík, Frits Jacobsen, Kollafjørður, og Elsa Nielsen, Kollafjørður.