20 bíligar íbúðir á Óðinshædd

Halla Samuelsen, býráðslimur og valevni Javnaðarflokksins til Tórshavnar býráð
-----

Tað er sanniliga stórt, at vit nú loksins kunnu fara undir at byggja bíligar íbúðir í Havn.
Á býráðsfundi hóskvøldið verður nevniliga endalig støða tikin til at avhenda Húsalánsgrunninum¬ – nú Bústaðir, grundstykki á Óðinshædd til íbúðarbygging.
Hetta hevur verið drúgv tilgongd at koma her til. Regluverkið um bygging av leigu- og lutaíbúðum er ikki heilt so greitt, sum ynskiligt er.
Sum forkvinna fyri sosialu nevnd havi eg áhaldandi havt málið frammi, og tað er tí eisini við gleði, at tað nú brestir fyri nev, so at bústaðarmarknaðurin í Havn kann fjøltáttast.
Við góða samstarvinum, sum Tórshavnar kommuna hevur við Húsalánsgrunninum – nú Bústaðir, verða hesar fyrstu 20 bíligu íbúðirnar klárar at flyta inn í um 1-2 ár.
Hetta er bert fyrsta stigið. Arbeitt verður ítøkiliga við at byggja 35-40 leigu- og lutaíbúðir í Mattalág, og uppi í Berjabrekku aðrar 60-70 íbúðir. Tað vil siga, at um eini 4-5 ár eru í minsta lagi 100-120 bíligar luta- og leiguíbúðir í Havn.
Vit vita øll, at ein íbúðarmarknaður, sum er tillagaður fjølbroytta tørvinum hjá eitt nú barnafamiljunum, teim lesandi, teim eldru, teim støku og ikki minst teimum við serligum avbjóðingum, er fyrsta fortreyt fyri fólkavøkstri og harvið búskaparvøkstri.
Hesum havi eg arbeitt hart fyri, og eg fari at leggja alla orku í, at allar hesar íbúðabyggingar verða framdar í komandi býráðsskeiði. Tær eru neyðugar, tí ein hóskandi bústaður saman við góðum trivnaðartilboðum gevur framburð.