Royndirnar hjá felagnum at byggja - og ikki minst selja - íbúðir í Runavík eru so góðar, at teir nú fara undir 20 tær næstu.
Í árunum 2007 til 2009 vórðu bygdar íalt 24 íbúðir í trimum ymiskum støddum - 50, 72 og 110 fermetrar.
Og líkt var somuleiðis til, at tær hóskaðu væl til tørvin hjá teimum, ið ynsktu at seta føtur undir egið borð:
- Ja, áhugin var stórur, helst tí at støddirnar vóru passaligar, væl innrættaðar og lógu sera væl fyri í býnum, vísir Andreas á.
Nú verður við spenningi sæð fram ímóti, um sami áhugin er fyri teimum nýggju íbúðunum.
Áhugavert øki
Tá tær fyrr íbúðirnar stóðu lidnar fyri júst einum ári síðani, var beinanvegin farið undir næsta stigið á hesi somu leiðini.
Runavíkar kommunja játtaði felagnum eitt øki uppá góðar 4000 fermetrar í sama umhvørvi sum fyrra byggistigið.
Fyri fólkini handan ætlanina er hetta eitt sera spennandi og áhugavert øki, har - sum tikið verður til: grannalagið, felagsskapurin, trivnaðurin og samstarvið fara at seramerkja ætlanina.
- Hesi fýra hugtøkini fara avgjørt at gera sítt til ein nýhugsan og menning við at kunna búleikast á færri fermetrum, nærri grannunum.
- Men samstundis við tað, hava tey eisini sítt egna, sína egnu inngongd, bilpláss, úthús og annað, vísir Andreas Andreasen á. - Og útsýnið er frálíkt yvir Toftavatn og inn eftir Skálafjørðinum.
Hóast stutt er fráliðið í tilgongdini, eru longu seldar 10 íbúðir av teimum íalt 18 ella 20 íbúðunum, ið ætlanin er at byggja.
- Vit hava fingið fyrispurningar, og tí meta vit at tær seinastu íbúðirnar verða seldar skjótt.
Prosjektið er teknað av arkitektum hjá FUGLARK, og tað er Meklarin ið hevur ábyrgd av søluni og gevur vegleiðing í fígging.