Upp undir jól er vanligt at suðringar koma heimaftur at vitja, og eru vit øll sera fegin um, at so er.
Nakrir teirra vitjandi eru harafturat so fegnir um at koma hendanvegin, at teir hesi jólini eisini taka flyting á pappírinum.
Felags starv teirra er, at teir allir sita á tingi, og eru partar av andstøðuni.
Vit, sum hava stríðst við at flyta almenn arbeiðspláss hendanvegin, standa steinrunnin uppi yvir hesum íkasti, sum soleiðis heilt av sær sjálvum leitar hendanvegin.
Vit halda tað vera eina stórhending, og maðurin á gøtuni er so smátt farin at rokna við, at teir kanska flyta alt tingið hendanvegin.
Vit suðringar bjóða teimum hjartaliga vælkomnum, ynskja teimum gleðilig jól, og rokna sjálvandi við, at teir eru komnir fyri at vera.