Norrøna við bryggju í Travemünde í Týsklandi, har fyrstu bilarnir komu umborð mánakvøldið. Skipið fór frá bryggju um middagsleitið týsdagin við kós móti Havnini, har skipið væntast hósdagin kl 15. Myndir: Eirikur Lindenskov

Nýggja Norrøna fyllir 20 ár í dag

Klokkan 15:56 í dag vóru júst 20 ár síðani, at skølini vórðu undirskrivað á høvuðsskrivstovuni hjá Flender Werft í Lübeck, og Smyril Line kundi taka yvir nýggju Norrønu.

Norrøna við bryggju í Travemünde í Týsklandi, har fyrstu bilarnir komu umborð mánakvøldið. Skipið fór frá bryggju um middagsleitið týsdagin við kós móti Havnini, har skipið væntast hósdagin kl 15. Myndir: Eirikur Lindenskov

Dagin eftir setti nýggja flaggskip føroyinga kós úr Travemünde til Føroya.

 

Sosialurin skrivaði soleiðis frá hendgingini:

 

Travemünde: Um middagsleiti týsdagin 8. apríl legði nýggja Norrøna frá bryggju í Travemünde við kós móti Havnini. Við skipinum eru umleið 250 ferðafólk, teirra millum eisini innbodnir úr gestir úr Føroyum, Íslandi, Hetlandi, Týsklandi, Danmark og Noregi. Umframt føroysk tíðindafólk eru um hálvthundrað útlendsk tíðinda- fólk við.

 

Samstundis sum føroyingar kunnu fegnast um at hava fingið hetta glæsiliga far, so harmast arbeiðsfólkið á Flender Werft, tí við yvirtøkuni av Norrønu, fer skipasmiðjan samstundis í søguna, og øll arbeiðsfólkini missa størv síni.

 

##med9##

 

Flender Werft er farið á húsagang, og var byggingin av Norrønu seinasta uppgávan hjá búnum.

 

Nýggja Norrøna kostar umleið 700 mió krónur. Skipið er fíggjað í Týsklandi, og er tað bankin FKW, sum samskipar fíggingina. Lánið er 520 milliónir krónur, restin er eginfígging. Rentan er 4,5% og fyrsta árið er avdráttarfrítt.

 

##med2##

 

Skipið var formliga tikið yvir kl 15:56 mándagin á høvuðsskrivstovuni hjá Flender Werft í Lübeck, har Tórmóður Djurhuus, nevndarformaður, Óli Hammer, stjóri, skipasmiðjuumboð og bankaumboð skrivaðu undir skjølini, og har eisini Óli Hans Hammer Olsen, stjóri á Skipasýninum, góðkendi pappírini.

 

##med3##

 

Norrøna er 36.000 brt, og er hon tríggjar ferðir so stór, sum gamla Norrøna. Hetta er størsta einstaka privata verkætlan í føroyskari søgu nakrantíð.

 

Norrøna er 164,5 metrar long, hon er 30 metrar breið. Deyðvektin er 4.300 tons, og ferðin er 21 míl.

 

Høvuðsmotorar hava 30.000 HK, bógskrúvur 6.000 HK. Skipið tekur 1.482 ferðafólk, og manningin telur 118. Skipið tekur 800 bilar ella 130 trailarar.

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

Norrøna við bryggju í Travemünde í Týsklandi, har fyrstu bilarnir komu umborð mánakvøldið. Skipið fór frá bryggju um middagsleitið týsdagin við kós móti Havnini, har skipið væntast hósdagin kl 15. Myndir: Eirikur Lindenskov

»Norrøna Buffet« kallast fínara matstovan umborð á nýggju Norrønu. Myndin er frá samkomuni umborð mándagin, beint áðrenn skipið varð handa Smyril Line

Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, og konan, Elsa Maria Bærentsen. Við liðuni á borgarstjóranum situr Dagmar Joensen, stjóri í Rúsuni og forkvinna í Framtaksgrunninum

Flaggskiftið á níggjunda dekki á nýggju Norrønu mánadagin eftir at endaligu skjølini vórðu undirskrivað

Ólavur Hovsgarð er skipari á nýggju Norrønu fyrsta túrin. Hann verður eisini skipari fyrstu tíðina

Sera rúmliga bildekkið á Norrønu, sum kann taka heilt upp í 800 persónbilar. Bildekkið er í tveinum hæddum við eini eykalyft til einar 90 bilar

Rampan upp á ovara bildekkið á Norrønu

Soleiðis sá Norrøna út, tá hon varð umbygd fyri tveimum árum síðani. Broytingin í útsjóndini er serliga nýggja hæddin, sum er sett oman á 9. dekk.

7. apríl 2003 klokkan 15:56: Óli Hammer, stjóri í Smyril Line, setir navn sítt undir endaligu skjølini í sambandi við keypið og yvirtøkuna av nýggju Norrønu Mynd: Eirikur Lindenskov