Síðani myndugleikarnir í Bretlandi avdúkaðu ætlaðu atsóknirnar at ferðamannaflogførum, eru trygdartiltøkini í fleiri floghavnum herd munandi. Tað hevur havt við sær, at ferðafólk noyðast at standa leingi í bíðirøð, fleiri rutur eru avlýstar, meðan aðrar eru seinkaðar.
Tey herdu krøvini til hondviðførið hava eisini víst seg at hava sínar avleiðingar, og ein teirra er, at kuffert í túsundatali hava hópað seg upp í ymsum floghavnum í seinastuni. Sambært svenska blaðnum Expressen eru umleið 20.000 kuffert ikki komin vegin fram, og nú hevur British Airways gjørt av at leiga flutningsflogfør til at flyta tey nógvu kuffertini ril Bretlands.
Ferðafólk og ferðaskrivstovur eru sera misnøgd við framferðina hjá bretsku eftirlitsmyndugleikunum. Sagt verður, at myndugleikarnir hava alt ov fá starvsfólk til at avgreiða viðførið hjá fólki, og at myndugleikarnir tí ikki hava lagað seg til tær broyttu umstøðurnar.
Flogfelagið Ryanair umhugsar sambært Sky News at fara til dómstólarnar við málinum. Stjórin, Michael O'Leary, sigur við sjónvarpsstøðina, at tey vita ikki annað at gera enn at fáa dómsvaldið at noyða stjórnina í London at fáa viðurskiftini í floghavnunum í rættlag.
Eftirlitsmyndugleikarnir hava svarað, at teir gera alt, sum stendur í teirra makt fyri at nøkta krøvunum hjá flogfeløgunum.
-Men vit seta trygdina hjá ferðafólkunum fram um alt annað, sigur talsmaðurin hjá myndugleikunum við Sky News.