20.000 hermenn afturat til Afghanistan

Amerikanarar arbeiða við einari ætlan um, sum ber í sær, at 20.000 vesturlendskir hermenn afturat skulu sendast til Afghanistan Tað er verjumálaráðið Pentagon, sum hevur lagt ætlanina, og Robert Gates, verjumálaráðharri, sigur, at hermenninir skulu sendast til Afghanistan yvir eitt tíðarskeið, soleiðis at teir seinastu koma hagar um hálvtannað ár, tá val verður í Afghanistan aftur.

Í løtuni eru 70.000 vesturlendskir hermenn í Afghanistan, men tann nógvi ófriðurin í ár hevur víst, at teir eru ov fámentir til at basa teimum víðgongdu bólkunum, skrivar AP.

Robert Gates leggur dent á, at enn er eingin endalig avgerð tikin um at senda fleiri hermenn til Afghanistan. Tað má bíða, til Barrack Obama hevur tikið við.

Undir valstríðnum segði Obama, at tað er neyðugt at styrkja tað hernaðarliga átakið í Afghanistan.