Fyrstu beinleiðis ítróttarfrásagnirnar byrja á FM1 í morgin, leygardagin.
Óli G. Samuelsen, flogbóltsfrásøgumaður hjá FM1 sigur beinleiðis frá dystinum í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti millum Mjølnir og SÍ í meistaradeildini hjá kvinnum, ið byrjar klokkan 14 leygardagin.
Klokkan 16 sigur Óli frá mansdystinum millum somu feløg í meistaradeildini hjá monnum.
Samrøður við umboð fyri liðini koma út á in.fo, tá dystirnir eru lidnir.
Øll kunnu lurta eftir sendingini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.