2 x 116 í Kollfjarðartunlinum

Um vikuskiftið var løgreglan aftur kring landið og gjørdi tær sonevndu Grein13-kanningarnar. Og aftur hesaferð gjørdu teir eitt gott hál.

Fyrrapartin í gjár – tá klokkan var farin beint av 11 – var útgerðin við ferðmátaranum sett upp inni í sjálvum tunlinum. Og løtu seinni varð tann fyrsti bilførarin tikin fyri at hava koyrt alt ov skjótt.

Sambært mátaranum hjá løgregluni koyrdi hesin bilførarin 116 kilometrar um tíman, á hesum staði, har ein bert hevur loyvi at koyra 80.

Løtu seinni kom ein annar bilførari inn í Kollfjarðartunnilin, óavvitandi at løgreglan gjørdi ferðmátingar her. Hesin koyrdi eisini ov skjótt, og so løgið tað ljóðar við somu ferð sum tann áðurnevndi – 116 km/t.

Ein annar bilførari var nakað seinni máldur til at hava koyrt 111 km/t, men verður helst skrásettur fyri at hava koyrt undir 110. Hann sleppur tí væntandi undan at missa koyrikortið.

Leggjast kann aftrat, at løgreglan somuleiðis steðgaði einum bilførara, hvørs alkohol-promilla var væl omanfyri teirri loyvdu.