Tíðindaskriv
Næsta umfarið av Nósabarnaprix 2004 var leygardagin Torginum í SMS. Nógv fólk, bæði stór og smá, høvdu leitað sær vegin fram, fyri at sýggja og hoyra ungu songstjørnunar, sum trinu á pallin. Allir luttakarar høvdu nakrar góðar framførðslur, men vinnarin hesaferð bleiv Ingibjørg Hansen við sanginum »Crazy«. Nr.2 bleiv Sharon Zachariassen við sanginum »One moment in time«, Tær báðar skulu sostatt á pallin aftur tá ið finalan verður tann 6.nov. Nr.3 gjørdist Ester Kristiansen við sanginum »Beautiful«.
Sum áður nevnt vóru tað góðar framførðslur og onkur teirra sum sang hevði dansarar afturat sær. Tað sást tíðiliga at tær høvdu gjørt sera nógv burturúr at venja. Frásøgumaðurin tann vælkendi Kári Sólstein, var sera skemtiligur og dugdi væl at fáa áskoðarafjøldina í góðum hýri.
Á heimasíðunum www.barnaprix.fo, www.sms.fo og hjá høvuðsstuðlinum www.nosi.fo ber til at finna ymiskt tilfar, t.d. reglur, myndir o.a. um tiltakið.
3 og seinasta umfarið verður á torginum í SMS leygardagin tann 23.oktober kl.17.00. Atgongumerki kostar kr.60,-, sum er at fáa við dyrnar 1 tíma áðrenn tiltakið byrjar.
Nósabarnaprix 2004 er stuðlað av Føroya Banka, SMS og Burger King. $?$end$!$