2 ára gamal roykir 40 sigarettir um dagin

Tað er ikki óvanligt, at børn verða frá sær sjálvum, um tey ikki fáa hendur á góðgæti. Men hesin drongurin leggur einki í góðgæti ? hann vil hava sigarettir. I býnum Musi Banyuasin í Indonesia býr hesin heldur sjáldsami tvey ára gamli Ardi Rizal, sum roykir 40 sigarettir um dagin.

 

Hann vigar 25 kilo, og er heldur sjáldsamur á at líta, tá ið hann spælir við sín lastbil ? við sigarett í munninum. Hetta ger hann eisini óynsktan millum onnur børn í býnum.

 

Og eins og aðrir stórroykjarar, so vil Ardi bert hava eitt ávíst merki av sigarettum. Eitt merki, ið kostar foreldrum hansara yvir 30 krónur um dagin.

 

Sambært bretska blaðnum The Sun sigur mamman, at hann veðrur sjúkur og frá sær sjálvum, um hann ikki sleppur at roykja.

 

- Um hann ikki fær sigarettir verður hann illur, og skríggjar og slær høvdið móti vegginum, sigur hon.

 

Sambært blaðnum hava myndugleikarnir í býnum bjóðað familjuni ein bil, um Ardi leggur sigarettirnar á hillina.

 

Her sæst eitt videobrot við Ardi, meðan hann roykir: www.youtube.com/watch

 

Kelda: bt.dk