Mikudagin fall dómur í einum tí størsta málinum um siðamisbrot í føroyskari rættarsøgu. Ein maður síðst í sekstiárunum bleiv dømdur tvey ára fongsulsrevsing fyri at hava gjørt seg inn á eina abbadóttur. Misbrotini vóru framd í einum tíðarskeiði upp á sjey ár, frá tí at gentan var seks ára gomul og fram til, at hon var trettan ár.
Sannførandi frágreiðing frá gentuni
Eftir at hava lisið dómin upp, segði dómarin í Føroya Rætti, at hann hevði tikið atlit til, at gentan var so ung, tá tey flestu misbrotini vóru framd, og tað hevði verið við til at skerpa dómin. Hinvegin so hevði aldurin hjá manninum eisini talað til hansara fyrimuns í sambandi við dómin. Dómarin grundaði dómin á, at frágreiðingin hjá gentuni hevði verið ógvuliga nágreinilig og sannførandi. Somuleiðis helt dómarin ikki, at tað var nakað óvanligt í, at eingin í nærumhvørvinum hjá manninum og gentuni hevði lagt merki til nakað, og at gentan einki hevði sagt fyri nøkrum, tí tað var ógvuliga vanligt í slíkum málum, at eingin veit av nøkrum. Harafturat helt dómarin ikki, at nakrar av ákærunum vóru ov gamlar. Siðamisbrotini fóru fram í einum sjey ára tíðarskeiði frá 1992 til 1999, tá ið gentan var 13 ár.
Umframt fongsulsrevsingina skal maðurin gjalda abbadóttrini 30.000 krónur, og somuleiðis skal hann gjalda allan sakarmálskostnaðin, okkurt um 25.000 krónur. Hetta er, sum áðurnevnt, eitt tað størsta sakarmálið av sínum slag í Føroyum, og Føroya Rættur nýtti tríggjar dagar til viðgerð av málinum. Málið hevur koyrt fyri afturlatnum hurðum í Føroya Rætti.
Ikki beint inn at sita
Eftir at dómur var sagdur, bað verjin hjá ákærda, Christian Andreasen, í samráð við ákærda um umhugsunartíð til møguligani at skjóta dómin inn fyri landsrættin. Ákærimyndugleikin kravdi, at ákærdi bleiv varðhaldasfongslaður beinan vegin, tí ákærin metti, at talan var um so mikið umfatandi dóm, at rættast var at varðhaldsfongsla mannin beinan vegin. Eisini helt ákærin, at av tí at ákærdi kemur úr einum minni bygdarsamfelag, hevði rættast verið mótvegis familjuni hjá gentuni og fólk annars í viðkomandi bygdarsamfelag, at rættast var, um maðurin fór beint inn at sita. Hetta sýtti Føroya Rættur tó fyri við teirri grundgeving, at ákærdi er komin so mikið til aldurs, at fongslingin óivað hevur stóra ávirkan á heilsustøðuna hjá manninum.