2 mió kr. til nýggjan samkomubygning

Samkoman Lívdin í Hoyvík arbeiðir í løtuni við at útvega sær nýggjan og stórfingnan samkomubygning í Hoyvík.

Líka síðani samkoman byrjaði at halda regluliga møti í august mánaði 2001, hevur hugurin staðið til at fáa sær ein bygning til tað víttfevnda virksemið í samkomuni.

Møtini verða í dag í stóran mun hildin í Hoyvíkar skúla, men nú stendur eitt størri mál fyri framman – at fáa ein bygning á økið, sum longu er planerað og byggibúgvið framvið Vegnum Langa.

Við byrjanina av hesum árinum setti samkoman sær enn eitt mál, - at hava 1,5 mió kr. á bók, áðrenn árið var liðið. Tá hetta málið var rokkið, skuldu tey av álvara fara undir byggingina.

Nú, ið gjørt varð upp fyri fyrstu sjey mánaðirnar av árinum, er greitt at samkoman longu hevur rokkið hesum málinum – og meiri aftrat!

Samkoman fekk nevniliga í summar eina rættiliga stóra gávu til byggigrunnin. Í dag standa 2 mió krónur í grunninum.

- Vit frøast um hesa gávuna, og um at Harrin signar arbeiðið við at útvega samkomuni ein nýggjan bygning, verður sagt haðani.

Samkoman hevur ein byggibólk, sum í løtuni arbeiðir við myndugleikaprosjektinum. Sum skilst gongur tað arbeiðið væl, og tí verður sæð fram til dagin, tá byggiarbeiðið av álvara kann byrja.