2. FM-hálvfinalan millum H71 og Stjørnuni skuldi upprunaliga byrjað klokkan 18, men er nú av logistiskum orsøkum framskundaður hálvanfjórða tíma.
Dysturin byrjar í morgin klokkan 14.30. H71 vann 1. FM-hálvfinaluna í KÍ-høllini í Klaksvík 36-35 (20-20), og kann við sigri vinna seg í FM-finalurnar. Vinnur Stjørnan verður 3. FM-hálvfinalan leikt í Hoyvíkshøllini í komandi viku.
Samstundis verður boðað frá, at bronsudysturin millum Neistan og Team Klaksvík í høllini á Hálsi í Havn byrjar klokkan 16. Her verður talan um bert tann eina dystin.
Hetta gevur klaksvíkingum møguleikan at síggja báðar dystirnar, og eisini dystin um løgmanssteypið millum B36 og KÍ á ovara vølli í Gundadali, ið byrjar klokkan 18 um áhugi er fyri tí.