2% færri ferðafólk um floghavnina í juli

Ferðafólkatalið er nú minkandi Í juli í ár komu og fóru tilsamans 31.720 ferðafólk um floghavnina. Hetta eru 2,2% færri enn í juli í fjør, tá 32.437 fólk ferðaðust um floghavnina. Hóast talan einans er um 717 ferðafólk færri enn sama mánaða í fjør, so hevur ábending verið um ein minni vøkstur í ferðafólkatalinum síðani miðskeiðis í mars mánaða.

Higartil í ár eru 129.574 ferðafólk komin og farin um floghavnina. Tað eru 6,7% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá 121.389 fólk ferðaðust um floghavnina.

Í juli í ár eru 660 flogfør komin og farin um floghavnina. Hetta eru 26,2% færri enn í juli í fjør, tá 894 flogfør komu og fóru um floghavnina.

Higartil í ár eru 3.222 flogfør komin og farin, meðan talið somu tíð í fjør var 3.723. Tað er ein minking uppá 13,5%

Útgreinaði hagtøl finnast á heimasíðuni www.floghavn.fo