2,7 milliónir eru á stokkinum

Stóra veitslan verður á Eiði, men tað er upp til EB/Streyma spælararnar seinnapartin í morgin at gera av, um Sundalagið skal fegnast um FM heitið og risa eyka inntøku ella um úrtøkan skal verða silvur og stórt vónbrot

So er klárt at seta síðsta punktum í FM kappingini 2012. Øll eygu eru vend ímóti EB/Streymi, sum hev­ur gullið á silvurfati, og sum undan síðsta umfari er komið sær í sovorna favoritt støðu, at tað verður risa­stórt vónbrot, um tað ikki eydnast at vinna meistaraheitið fyri aðru ferð. Fyrra ferðin var í 2008, tá ið tað longu undan síðsta um­fari var greitt, at EB/Streymur var FM vinnari. Ta ferðina átti EB/Streymur eisini heimavøll í síðsta um­fari. HB vitjaði við Margáir, har úrslitið var málleysur javnleikur.
Í morgin fær EB/Streymur vitjan av NSÍ. Um heimaliðið vinnur, so verður FM heitið veruleiki Um tað verður javnt ella um NSÍ vinnur fulla úrtøku, so er tað framvegis møgu­leiki fyri, at EB/Streymur verð­ur meistari, men so verður tað treytað av, at HB fer at megna at seta ÍF upp á pláss í Fuglafirði.
EB/Streymur hevur í fleiri vikur lýst við, at felagið hevur veitslu í ítróttarhøllini á Eiði leygarkvøldið. Tað verður undirstrikað, at talan er um ársveitsluna, sum altíð er tað kvøldið, tá ið síðsta umfarið í lands­kappingini hevur verið á skránni.
Um tað verður gullveitsla valdast um úrslitið ímóti NSÍ.
– Vit taka einki fyri givið. Sum í øllum øðrum dystum so verður hesin avgjørdur á vøllinum, og ikki minst tá ið so nógv verður tosað, so er tað neyðugt hjá okkum spælarum at hava fokus á tí, sum tað snýr seg um inni á vøllinum, sigur EB/Streyma liðformaðurin og super­veteranurin Egil á Bø.
Allir EB/Streyma spælararnir eru tøkir, og tað er harvið luksus trupul­leiki hjá Heðini Askham at gera av, hvørjir ellivu skulu vera við frá fyrsta bríksli, og hvørjir ellivu skulu vera á vøllinum, tá ið bríkslað verður fyri síðstu ferð.
Hjá NSÍ er Magnus Olsen tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður í mál­leysa javnleikinum ímóti B36. Tað kemur ógvuliga illa við, at mál­verjin Kristian Joensen er leik­bann­aður, eftir at hann í evstu løtu sá reytt síðsta leygardag.
– Sjálvandi eru vit ógvuliga harmir um, at Kristian er leik­bann­aður. Hann er annar av bestu mál­verj­unum í EFFOdeildini, og tað sæst aftur í, at hann er partur av lands­liðshópinum. Hóast Kristian er leik­bannaður, so kenna vit okkum at hava møguleika. Pætur Høj er eykamálverji. Hann hevur verið sera nærlagdur í venjingunum, og nú fær hann møguleikan á besta lið­num, sigur NSÍ veteranurin Helgi L. Petersen, og hann leggur aftrat:
– Støðutalvan sigur, at EB/Streymur er favorittur, men um vit meta út frá innanhýsis upp­gerð­unum fyrr í ár, so hevur tað gingið sera javnt á. Í 8. umfari vunnu teir 1-0 við Margáir, og í 15. umfari vunnu vit 1-0 við Løkin.
Í morgin snýr tað seg um heiður og æru og um steyp og gullkrónur, og sjálvandi verður lagið norðuri í høllini á Eiði nógv betri í annað­kvøld, um EB/Streymur verður meist­ari, enn tað verður, um tað kiks­ar við FM heitinum, og ÍF í síðstu løtu strýkur avstað við tí.
Men tað snýr seg eisini um framtíðina og fíggjarligu vánirnar hjá felag­num. FM vinnaranum eru tryggj­aðar umleið 2,7 milliónir frá UEFA. Tað er ikki so galið peninga­ligt grundarlag at fyrireika næsta kappingarár út frá.
Um tað í morgin eydnast at liva upp til tað, sum EB/Streyma viðhaldsfólk og øll onn­ur fót­bólts­hugað rokna við, so er sannlíkið stórt fyri, at flestu spælararnir fara at halda fram í felagnum, og vón­irnar fyri at Heðin Askham eisini næsta ár skal standa á odda, hóast hann higartil hevur mutað ímóti, tykjast ikki at vera heilt burtur.
Tað valdast fyrst og fremst um, hvussu tað fer at roynast í morgin. Um tað eydnast EB/Streymi at vinna FM heitið fyri aðru ferð, so verður alt meiri hugaligt í Sundalagnum og har á leið. Um tað – sum fyri seks árum síðani – kiksar í síðstu løtu, og EB/Streymur missir gullkrónurnar og tær 2,7 milliónirnar á stokkinum, so verður tað ein heilt onnur støða og søga!

EB/Streymur - NSÍ: Lars Múller leygardagin klokkan 15.00