Yvir 2500 fólk hava luttikið í ólógligari technoveitslu í einum goymsluhúsi í býnum Lieuron, sum er tætt við Rennes í Fraklandi. Gildi byrjaði hósdagin og helt á inn í nýggja árið. Fleiri av luttakarunum vóru úr Bretlandi og Spania.
Frakland hevur sett strang tiltøk í verk, og savnings- og útfaringarbann er í landinum fyri at avmarka smittuspjaðing.
Í fleiri førum førdi veitslan til samanbrest millum luttakarar og fronsku løgregluna, og minst trý løgreglufólk vórðu særd, umframt at eldur varð settur í fleiri bilar.
Reuters upplýsir, at løgreglan nú hevur steðgað technoveitsluni.











