2,5 mia fyri kilo

Busines-Line skrivar á netinum, at norskir granskarar nú hava funnið eitt serstakt evni í toskalivur. Evnið verður brúkt til kanningar í ílegugransking, og eydnasta at útvinna nakað av hesum, er heilt nógvur peningur at vinna. Cod Uracil-DANA N-glycosylase, sum evnið eitur, kann nevnliga seljast fyri 2,5 mió fyri hvørt grammið, so einki er at ivast í, at samanlagt ber til at forvinna stórar peninganøgdir við hesum.