2,4 milliónir til Holme

– Skal tað vera gildi so lat tað vera gildi.
Soleiðis segði Finnbogi Ís­akson, sáli, einaferð í ting­i­num, tá tingmenn rættiliga vóru farnir at gjara út við skatt­gjald­ar­ans peningi.

Í Vinnumálaráðnum kann Jo­han Dahl rættiliga halda gildi, nú hann hevur hev­ur fing­ið flog­fel­ag­ið sjálvt at rinda 72 milliónir krón­ur fyri at skvisa priv­atu part­a­eig­ar­ar­nar úr fel­ag­num – og so­leið­is hev­ur nat­i­on­al­i­ser­að tjóð­ar­flog­fel­ag­ið.

Danski stjórin, sum stjórn­ar hesi nýggju, dýru strat­e­gi­ini hjá Johan Dahl er held­ur ikki við sviðu­soð. Ein stjóralønarhækking upp 100 prosent skuldi til. Jørgen Holme fekk 397.000 krónur í løn fyri teir 46 dagarnar, hann arbeiddi fyri felagið í fjør.

Og um hann ikki fær løn­ar­hækk­an í ár, so fer hann at fáa 2,4 milliónir í løn í ár. Tað er 200.000 krónur um mán­að­in.

Soleiðis er Jørgen Holme hægst lønti almenni stjóri í Før­oy­um. Hann fær tríggjar ferð­ir so nógva løn, sum løg­mað­ur skal fáa, um løgtingið fer at sam­tykkja uppskot løg­mans um at geva sær sjálv­um og landsstýrsifólki 30 pro­sent í lønarhækking.

So tá Jóhan Dahl øsir seg um, at al­mennar stjóralønir eru ov høg­ar – sum til dømis frá­far­ing­ar­lønin hjá ALS-stjóra­num, so passar tað ikki – í øll­um førum ikki altíð.

– Men kanska vit fáa eitt betri føroyskt flogfelag við 72 mill­i­ónum færri á kistu­botn­i­num og einum dupult so dýr­um stjóra?