2-300 fólk stuðlaðu Heðini Mortensen

Í oysandi regni møttu eini 2-300 fólk á Vaglinum í dag at mótmæla, at Heðin Mortensen á nýggjárinum verður koppaður sum borgarstjóri í Havn.

 

Tað var á Facebook, at ein bólkur varð stovnaður at skipa fyri mótmælistiltakinum. Fyriskipari var Erik Johansen, sum eisini bjóðaði vælkomin.

 

Sjúrður Skaale helt røðu, og Jens Marni Hansen sang nakrar sangir.

 

Í røðuni vísti Sjúrður Skaale millum annað á, at tað ikki er rætt, at Annika Olsen sigur, at tað at bróta eina skrivliga avtalur »er politikkur«.

 

– Nei, hatta er tað, sum Annika Olsen ger politikk til, segði hann.

 

Sjúrður Skaale vísti á, at eingin politikari er so reinur, at hann einki skeivt hevur gjørt.

 

– Heldur ikki er. Tað vit øll, sum hava lisið bókina hjá mær, segði Sjúrður Skaale.

 

Heðin Mortensen segði eisini nøkur orð og takka fyri, at so nógv fólk vóru møtt, hóast veðrið ikki var til vildar.

 

– Onkur sigur, at tað onkur annar, sum grætur, helt hann fyri, sum varð fagnaður við lógvabrestum.

 

 

TRÝST HER fyri at lesa røðuna hjá Sjúrði Skaale