2.000 russar í føroyskum sjógvi í senn

- Eitt er, at vit hava latið so nógv av okkara skerdu svartkjakvotu til russar. Annað er, at tað er sera trongligt og órógvandi í føroyskum sjógvi, tá uppi í 28 stórir russiskir trolarar hava fiskað her í senn – við fleiri enn 2.000 fiskimonnum umborð, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari og formaður í Felagnum Nótaskip

Fiskiveiða

 

Eftir nýggju sínámillum fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Rusland, sum hevur verið nógv umrødd seinastu dagarnar, kunnu tilsamans 20 russisk svartkjaftaskip í komandi ári fiska í føroyskum sjógvi í senn.

Kristian Martin Rasmussen, reiðari, sum var við til samráðingarnar, sigur, at tað hesaferð eydnaðist at minka um talið av russiskum skipum, sum kunnu fiska í føroyskum sjógvi í senn.

- Tað hevur stundum verið rættiliga trongligt og órógvandi við so nógvum og stórum russiskum skipum í føroyskum sjógvi í senn.

Reiðarin vísir á, at onkuntíð hevur talið av russiskum trolarum verið heilt upp í 28.

- Í nýggju avtaluni ynsktu russar at sleppa at fiska við upp til 25 skipum í senn, men hetta gekk føroyska samráðingarnevndin ikki við til. Tí er talið av russiskum skipum, sum kunnu fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi samstundis, nú avmarkað til 20.

 

Órógvandi

Kristian Martin sigur, at meðan føroyingar hava havt fýra verksmiðjuskip í russiskum sjógvi í senn, hava stundum út við 2.000 russiskir fiskimenn fiskað í føroyskum sjógvi.

- Talið av fiskimonnum umborð á russisku skipunum liggur millum 60 og 100 mans, og hetta merkir, at samstundis, sum einir 1.800-2.000 russiskir fiskimenn hava kunnað fiskað í føroyskum sjógvi, hevur talið av føroyskum fiskimonnum í russiskum sjógvi verið einir 120-130.

Reiðarin sigur, at stóra talið av russiskum skipum stundum hevur verið rættiliga órógvandi.

- Jú, hesin stóri aktivitetur hevur ikki bara órógvað føroysku svartkjaftaskipini, men eisini okkara garnabátar og djúpvatnstrolarar.

Kristian Martin Rasmussen sigur seg væl skilja, at føroyingar lótu russum nógvan svartkjaft, tá nóg mikið var hjá øllum at fara eftir, samstundis sum vit tá kundu fáa sum frægast burtur úr av toski í Barentshavinum.

- Stóri trupulleikin í dag er veldugi niðurskururin í svartkjaftakvotuni. Samlaða føroyska kvotan av svartkjafti komandi ár verður minni til sjey skip, enn eitt nú Christian í Grótinum einsamallur fiskaði eitt miðalár. Í dag halda vit, at toskurin eystanfyri er dýrt keyptur, sigur reiðarin og formaðurin í Felagnum Nótaskip.

 

Nú viðfáningur

Reiðarin sigur, at tá svartkjafturin hevur verið meira enn 50% av grundarlagnum undir hesum skipi, er greitt, at stóri niðurskurðurin kemur at svíða.

- Nú verður svartkjafturin bert viðfáningur, leggur Kristian Martin Rasmussen aftrat.

Vit kunnu skoyta uppí, at Føroyar hava fingið lut í øktu makrelkvotuni, sum væntandi kemur at geva føroysku nótaskipunum eitt meirvirði upp á einar 16 miljónir krónur í komandi ári.