1.deild: Tvey Effo-lið í Suðuroy

Við 3-1 sigri á NSÍ tryggjaði FC Suðuroy sær uppflyting, meðan HB eftir 4-2 tap í Klaksvík flytur niður í 2. deild

 

Tað er stórur fótbóltsfagnaður bæði á Tvøroyri og í Vági. Síðst í august tryggjaði TB sær pláss í bestu deildini næsta ár. Í løtuni er TB á veg suður við Smyrli við gulli og skreyti eftir málleysan javnleik á Argjum tíðliga seinnapartin.

 

 

Síggj fleiri myndir við at trýsta HER

 

At FC Suðuroy eisini skal spæla í bestu deildini næsta ár varð avgjørt á Vágseiði seinnapartin. Næstbesta liðið hjá NSÍ vitjaði, og Meinhard Olsen legði gestirnar framum við brotssparki. Tá var kanska fjáltur á Vágseiði, tí avbjóðarin, 07Vestur, var frammanfyri 3-0, tá ið tað var hálvleikt við Margáir.

 

...Og síggj enn fleiri myndir við at trýsta HER

 

 

Úrslitið við Margáir var 6-1 til 07Vestur, sum eina løtu var á veg í bestu deildina. Men FC Suðuroy svaraði aftur og vann 3-1 og harvið uppflytingina. Jón Krosslá Poulsen, sum hevði misnýtt brotsspark, javnaði, og Reidar Joensen skoraði tvær ferðir við høvdinum.

 

Í Klaksvík stríddust KÍ og HB um rættin at halda fram í næstbestu deildini. Heimaliðið hevði knívin tyngri á barkanum, tí um tað endaði javnt, var tað HB, sum vann kappingina.

 

Fótbóltslagið í Klaksvík er gott, tí KÍ vann 4-2.  Harvið er tað HB, sum missir rættin at spæla í 1. deild næsta kappingarár. Tað var sera tepurt. Bæði KÍ og HB endaðu við 29 stigum, men málmunurin hjá KÍ er -18, meðan hann hjá HB er -24.

EB/Streymur er hitt liðið, sum flytur niður. Nýggj lið í 1. deild eru MB og B71, sum flyta upp úr 2. deild.

---- 

LIÐUGT

4-2

4-2: Eivind Sørensen

Innskifti Eivind Sørensen hevur økt um KÍ leiðsluna, so hon aftur er tvey mál. Kári J. á Høvdanum, sum er dómari, vísti eftir málið HB venjaran Símun Eliasen, burtur. Símun og hinir í HB mótmæltu øgiligt, tí teir mettu, at HB átti fríspark, áðrenn KÍ skoraði.

 

90.+1.) 3-2: Tróndur Jensen br

Báðir partar sita sum á nálum í Klaksvík har Tróndur Jensen í yvirtíðini hevur minkað um munin, so støðan nú er 3-2 til KÍ!

 

89) 3-1: Jóannes Bjartalíð

KÍ hevur økt um leiðsluna. Jóannes Danielsen spældi Jóannes Bjartalíð, sum sneiddi framvið mótstøðumanni og skoraði.

 

70) 2-1

HB hevur bóltin meiri, og KÍ hevur tikið seg eitt vet longri aftur á vøllin og dúvar upp á snarálop. Bæði liðini hava havt hornaspørk, men annars hevur talan ikki verið um upplagdar møguleikar í 2. hálvleiki.

 

55) 2-1

HÁLVLEIKUR

2-1

25) 2-1: Jóannes Bjartalíð

So er tað aftur HB, sum hevur kós ímóti niðurflyting. Eftir horna úr vinstru frá Jákupi B. Andreassen var tað Jóannes Bjartalíð, sum við nærra stólpan við høvdinum setti bóltin í málið.

 

20) 1-1: Hilmar Leon Jakobsen

Eftir HB innlegg royndi KÍ verjan at stúta bóltin burtur av vandaleið. Hilmas Leon Jakobsen fekk fatur á honum, takkaði fyri og smekkaði hann í málið. So er tað KÍ, sum er á niðurflytingarkós!

 

10) 1-0: Jóannes Danielsen 10.

Klaksvíkingar hava lagt seg framum. Eftir langa sending framum HB verjuna lyfti Jóannes Danielsen bóltin upp um HB málverjan Petur S. Thomsen.

 

KÍ-HB kl. 15.00

 

-----

LIÐUGT

3-1 

73) 3-1: Reidar Joensen

Nú bendir alt á, at tað verður FC Suðuroy, sum flytur upp. Eftir fríspark úr vinstru var tað enn eina ferð Reidar Joensen, sum setti krúllin undir bóltin og stýrdi hann í kassan. 3-1 til FC Suðuroy, sum harvið hevur beina kós í Effo-deildina!

 

67) 2-1: Reidar Joensen 67.

So hevur FC Suðuroy lagt seg framum, og harvið er FC Suðuroy aftur á uppflytingarkós. Eftir innlegg úr vinstru var tað Reidar Joensen, sum við høvdinum setti bóltin í málið. Heimaliðið hevur síðstu løtuna havt yvirvág.

 

55) 1-1

HÁLVLEIKUR

1-1 

40) 1-1: Jón Krosslá Poulsen 40.

So er javnt í Vági. Jón Krosslá Poulsen, sum fyri løtu síðani misnýtti brotsspark, hevur við langskoti javnað. Dygst frammanundan útjavnandi málinum hevði NSÍ bóltin á tvørtrænum aftanfyri FC Suðuroy málverjan!

 

33) 0-1

Tað er mótbrekka hjá FC Suðuroy, sum nú hevur misnýtt gyltan møguleika at javna. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, tá ið ein av teimum bláu varð togaður um koll í brotsteiginum. Jón Krosslá Poulsen royndi seg av brotssparksblettinum, men hann sendi bóltin omanfyri málið!

 

23) 0-1: Meinhard Olsen br

NSÍ hevur lagt seg framum á Vágseiði. Ein NSÍ spælari varð feldur í brotsteiginum, og Meinhard Olsen umsetti brotsspark til mál.

Tað hevur gingið javnt á, og bæði liðini hava havt hálvar møguleikar.

 

10) 0-0

FC Suðuroy-NSÍ kl. 15.00

 

--

LIÐUGT

1-6 

 

1-6: Jónstein Magnussen

0-6: Torstein Mýlingstind

65) 0-5: Sjúrður Olsen

Eftir innlegg frá Torstein Mýlingstind hevur Sjúrður Olsen við høvdinum økt um leiðsluna, so hon nú er 5-0 til 07Vestur!

 

60) 0-4

Hjá 07Vestur er spenningurin nú, hvussu tað stendur til í Vági.

Tveir blaðungir spælarar – Fríði Joensen og Rói Hansen – eru skiftir inn, og Silas Eyðsteinsson hevur loyst Petur Meinhard Magnussen av millum stólparnar.

 

55) 0-4

 

0-4: Sigtór Petersen

Beinanvegin eftir steðgin hevur 07Vestur økt um leiðsluna. Eftir horna og nakrar ferðir aftur og fram var tað Sigtór Petersen, sum skoraði.

 

HÁLVLEIKUR

 

0-3: Sigtór Petersen

 

0-2: Høgni Egilstoft Nielsen

Sigtór Petersen spældi Høgna púra leysan. Nú kennist spurningurin vera, hvussu stórur 07Vestur  sigurin fer at verða.

 

25) 0-1

Tað er ikki so ferðmikið við Margáir, men tað er 07Vestur, sum fyri tað mesta er á bóltinum.

 

15) 0-1: Gunleif Olsen 15.

Í fagrastu líkindum við Margáir spenna teir í 07Vestur seg út. Eftir at tað fyrstu løtuna var javnt, hevur 07Vestur verið omaná, og nú hevur liðformaðurin Gunleif Olsen lagt 07Vestur framum. Í løtuni er 07Vestur á uppflytingarplássi.

 

EB/Streymur-07Vestur kl. 15.00

-----

Víkingur-B36 kl. 15.00

 

AB-TB 0-0 - liðugt

 

Í fagrastu fótbóltslíkindum er síðsta umfar í næstbestu fótbóltsdeildini á skránni nú seinnapartin. Tað er longu greitt, at TB hevur vunnið deildina og harvið næsta ár skal spæla í bestu deildini.

TB hevur í dag spælt ímóti AB á útivølli. Fyrsta bríksl var klokkan 13, og dysturin endaði við málleysum javnleiki. Nú fáa TB spælararnir gullkrónur og steyp, áðrenn teir klokkan 16 fara suður aftur við Smyrli.

Í toppinum er spurningurin, um tað verður FC Suðuroy ella 07Vestur, sum skal flyta upp. FC Suðuroy spælir á heimavølli ímóti næstbesta liðnum hjá NSÍ, og 07Vestur spælir á útivølli ímóti næstbesta liðnum hjá EB/Streymi. Í báðum støðum er fyrsta bríkslið klokkan 15. FC Suðuroy er eitt stig frammanfyri 07Vestur og harvið favorittur at flyta upp.

Í botninum er tað greitt, at EB/Streymur flytur niður. Spurningurin er, um KÍ ella HB skal flyta niður saman við teimum í Sundalagnum. Klokkan 15 var fyrsta bríkslið í Klaksvík, har HB vitjar.