197 tons vóru á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum í dag. Av hesum vóru 85 tons av toski. Toskur I fór fyri 18,24 krónur í meðal, toskur II fyri 17,49, og toskur III fekk í meðal 15,32 krónur í meðal fyri kilo. 17 tons vóru av hýsu, og meðalprísurin á hýsu I var 12,15 krónur.
Knappliga 30 tons vóru av longu og 23 tons av brosmu. Tann størsta longan fór fyri 13,29 krónur í meðal, og meðalprísurin á brosmu I var 9,15 krónur.
Marknaðurin seldi eisini 27 tons av havtasku í dag, og fór tað mesta fyri 27,83 krónur fyri kilo.
Tilsamans vórðu tey 197 tonsini seld fyri tríggjar milliónir krónur.









