196 fólk fáa pengar aftur frá TAKS

Komandi vikurnar fara 196 fólk at fáa tilsamans 1.797.383 kr. afturgoldið frá TAKS, sum tey hava goldið ov nógv í álagdari sekt í mál­um frá 2007 um brot á ­Ka­pi­tal­vinn­ings­skattalógina.

Málið snýr seg um, at TAKS í 2008 byrjaði upp á eitt ser­­ligt eftirlitsátak av kap­­­i­­tal­vinn­ingi fyri 2007. Hetta var rúgv­u­mik­ið og drúgt ar­beiði, sum tí­­verri vísti, at fleiri enn 600 fólk ikki høvdu giv­ið sín kapitalvinning rætt upp til skatt­ing­ar. Hesi fingu síðani boð frá TAKS um at gjalda rætta kap­it­al­vinn­ings­skatt­in, men harafturat fingu nógv teirra eisini álagt eina sekt, fyri av grovum ó­sketni at hava brotið kapi­tal­vinn­ings­skat­t­a­lógina, tá ið tey góvu kap­it­al­vinning sín skeivt upp. Tey flestu valdu at gjalda áløgdu sek­t­ina, men nøkur góðtóku ikki sekt­ina.

TAKS hevur bert heim­ild at avgreiða sekt­ar­mál fyri­sit­in­garliga, um við­koma­ndi við­gong­ur seg sek­an og váttar at rinda til­skil­aðu ­sektina. Tískil vóru mál­ini hjá teimum, sum ikki góð­tóku sektina, send til fút­an at avgreiða. Fútin fór í Før­oya Rætt við málunum. Før­oya Rættur staðfesti av­gerð­ina hjá TAKS um at á­leggja sekt, men helt tó sekt­ina vera ov stóra, og lækk­aði hana til ávikavist eina helvt, ein triðing, og til eina ávaring í nøkrum før­um.
TAKS fegnast um, at Før­oya Rætt­ur kom til somu nið­ur­støðu sum TAKS, og tek­ur annars til eftirtektar, at sekt­ir­nar hava verið ov høgar.

– Vit meina sjálvsagt, at líka við­ur­skifti skulu við­ger­ast eins, og tí fáa tey, sum upp­runa­l­iga góð­tóku sekt­ina frá TAKS, end­ur­gold­ið tað, sum tey hava gold­ið ov nógv, sigur Eyðun Mørk­øre, stjóri.

TAKS avgreiðir í løtuni øll hesi málini, og væntandi hava øll tey, sum hava gold­ið ov nógv í sekt, fingið sín pen­ing fyrst í mai.