190 fólk koppsett týsdagin

Týsdagin vóru 190 heilsustarvsfólk og sjúklingar í serligum vandabólkum koppsett á Landssjúkrahúsinum.

Samanlagt eru 5355 koppsetingar gjørdar í Føroyum síðani ársskiftið. 4134 fólk hava fingið fyrra prikið. 1221 hava fingið seinna prikið og eru liðugt koppsett.  

Nú verður steðgur í koppsetingini til nýggj sending við koppingarevni kemur til landið einaferð í seinnu hálvu av næstu viku.