19 stuttfilmar um koronu í Føroyum

 

 

Koronologar 2020 eru 19 stuttfilmar, sum eru sprotnir úr koronutíðini á eini tvørlistaligari verksmiðju hjá Tjóðpallinum við 10 rithøvundum, 10 palllistafólkum og fýra fotografum. Filmarnir verða frumsýndir á netinum annanhvønn dag klokkan 20, og fyrstu sjey filmarnir eru longu tøkir. 

 

Tvørlistalig leiklistasmiðja

Tá korona brádliga forðaði fyri øllum tí vanliga virkseminum, valdi Tjóðpallurin í staðin eina øðrvísi verkætlan og setti ymsum listafólkum stevnu við avbjóðingum, ið bróta frá teirra vanliga arbeiðshátti. Rithøvundar, ið eru vanir at skriva stuttsøgur, yrkingar o.a., hava skrivað einarøður til pall, sum leikarar, ið einamest hava framført á palli fyri áskoðarum, hava tulkað og framført framman fyri einum kamera, og myndatakararnir hava loyst spennandi uppgávuna at samantvinna palllist og filmslist.

 

- Endamálið við verkætlanini hevur verið at brúka hesa óvandu støðuna til at flyta okkara egnu mørk og skapa okkurt nýtt og óvæntað, og tí hevur hetta verið ein spennandi og lærurík avbjóðing hjá okkum øllum, sigur Jenny Petersen, stjóri á Tjóðpallinum.

 

Listalig dokumentatión av einum søguligum tíðarskeiði

Koronologar 2020 snúgva seg allir, so ella so, tematiskt um korona, og eru sostatt ein løtumynd av, hvørjar hugsanir og hugskot listafólkini hava júst nú. Sostatt er hetta eisini eitt slag av listaligari dokumentatión av einum søguligum tíðarskeiði. 

 

- Vit vóna, at hyggjararnir fáa eina áhugaverda og fjølbroytta uppliving bæði viðvíkjandi tí listaliga innihaldinum og teimum søgunum og støðunum, ið verða lýst, sigur Annfinnur Heinesen, sjónleikari og leikstjóri og ein av stigtakarunum til verkætlanina.

Koronulogar eru at síggja á heimasíðuni hjá tjóðpallinum umframt á Facebook og Youtube.