Stórur gravgangur er eftir lærarunum, sum seinnapartin í dag fara at fáa prógv á Føroya Læraraskúla Klokkan tvey seinnapartin í dag verður hátíðarhald í høllini á Føroya Læraraskúla. 19 læraralesandi ? fjúrtan konufólk og fimm mannfólk - hava seinastu dagarnar verið til síðstu próvtøkurnar, og í dag verða prógvini handað.
Eingin orsøk er at stúra fyri at fáa starv hjá nýggju lærarunum. Skúlar hava sett seg í sambandi við nýggju lærararnar og bjóðað teimum starv, og í bløðunum hava fleiri enn 80 lærarastørv staðið leys at søkja.
Freistin at søkja inn til lærara- og pedagoglestur er nú mánadagin. Nú fer lesturin at verða skipaður á BA stigi. Í MMR verður arbeitt við at fyrireika nýggja lóggávu, og í tí sambandinum verður møguleiki fyri, at tey, ið hava tikið BA prógv sum lærarar, eisini kunnu halda fram at lesa til MA á samanlagda Fróðskaparsetri Føroya.