Ein av størstu dagstovnunum í Tórshavnar Kommunu, Birkilund, varð í 2012 stongdur, tá ið Arbeiðseftirlitið metti stovnin ikki at vera egnaðan sum arbeiðspláss vegna blámusopp.
Tá var ætlanin, at dagstovnurin skuldi takast niður og byggjast av nýggjum fyri slakar 34 milliónir krónur, hóast kostnaðarmetingarnar fyri umvæling lógu um 21 milliónir. Kostnaðarmetingin av umvælingini hesuferð er eitt sindur lægri enn hon var í 2012.
- Umvælingin fer at liggja um 19 milliónir krónur, og fer Birkilund at standa klárur aftur um góðar 10 mánaðir, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna fyri mentamálanevndina í Tórshavnar Kommunu, sigur metir.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Helenu Dam á Neystabø greiða frá støðuni hjá býráðnum