19 mál í sama dysti

Ein av KÍF leikarunum var í hopla í kvøld, tá KÍF og Team Klaksvík spældu í Kollafirði

Ein dystur hevur verið á skránni í FTZ-deildini í kvøld.

 

Dysturin var í Kollafirði millum KÍF og Team Klaksvík, og heimaliðið úr KÍF vann ein sannførandi 35-24 sigur.

 

Stóri leikarin hjá kollfirðingum í kvøld, var Hans Eli Sigurbjørnsson, sum ikki skoraði færri enn 19 av teimum 35 málunum hjá kollfirðingum.

 

Hjá Team Klaksvík var Sámal á Tjaldafløtti besti málskjútti. Hann skeyt 7 av teimum 24 málunum hjá klaksvíkingum.

 

KÍF – Team Klaksvík 35-24 (17-10)