19 fólk við menningartarni dripin

Ein 26 ára gamal breyt seg inn á eitt heim fyri fólk við menningartarni og leyp á búfólki við knívi.

Týsmorgunin breyt ein 26 ára gamal maður seg inn á eitt heim fyri fólk við menningartarni og leyp á búfólki við knívi. 19 fólk eru higartil deyð og 25 særd, av teimum 20 álvarsliga. Maðurin hevur áður arbeitt á heiminum.

 

Maðurin meldaði seg sjálvur á eini løgreglustøð eftir álopið, og skal tá hava sagt, at orsøkin til álopið var, at hann vil fjerna øll við menningartarni av jørðini.

 

Álopið verður roknað sum tað ógvusligasta hópdrápið í Japan í longri tíð. Japan hevur eina sera stranga vápnalóg og tí verður mett, at slík álop eru so sjáldsom, sum tey eru. Eftir at sjey menniskju vóru dripin í einum líknandi álopið í 2008, bleiv vápnalógin enn einaferð herd, so nú eru tvíeggjaðir knívar, hvørs blað er longri enn 5,5 sentimetrar, ólógligir. At eiga ein slíkan kann geva trý ára fongsulsrevsing.