189 fleiri kvinnur fingið arbeiði

Arbeiðsloysið heldur fram við at minka.

Arbeiðsloysið í Føroyum heldur fram við at ganga rætta vegin. Seinastu tølini frá Hagstovu Føroya vísa, at árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið í november var 2,4 prosent. Tað er 0,1 prosent minni enn í oktober og 0,6 prosent minni enn í august.


Serliga er tað, at fleiri kvinnur eru farnar út í arbeiðsmarknaðin, ið er orsøkin til, at arbeiðsloysið framhaldandi minkar. Í tíðarskeiðinum frá september til november minkaði arbeiðsloysið millum kvinnur eitt hálvt prosent, úr 3,4 prosent til 2,9 prosent. Sama tíðarskeið minkaði arbeiðsloysið millum menn við 0,1 prosent.


Í tølum er tað tilsvarandi til, at 189 fleiri kvinnur hava fingið arbeiði og eru tað í dag 368 kvinnur, ið eru arbeiðsleysar. Hjá monnum er arbeiðsloysið 2,0 prosent, og eru tað sostatt 288 menn, ið eru arbeiðsleysir.