Evrpoeiski løgreglufelagssklapurin Europol boðar nú frá, at 184 fólk eru handtikin, tí illgruni er um, at tey eru limir í einum heimsumfatandi pedofili-kervi. Tað eru fólk í fleiri londum, sum eru tikin, og Europol sigur, at átakið hjá myndugleikunum er eitt tað størsta av sínum slagi najrantíð.
Rob Wainwright, sum er stjóri í Europol, sigur sambært dronsku tíðindastovuni AFP, at løgreglan hevur illgruna til 670 fólk, og at 184 teirra eru tikin.
Samstundis veit løgreglan um 230 børn, sum hava verið fyri ræðiligum brotsverkum, og myndugleikarnir hava nú tryggjað, at tey ikki líða størri skaða, at tey longu hava liðið.
Europol hevur brúkt trý ár til at avdúka pedofili-kervið. Rob Wainwright segði á tíðindafundi í Haag í dag, at fleiri verða tikin afturat í sama máli.










