Í morgin klokkan 12:45 verður fyrsta bríksl í nýggja kappingarárinum av Premier League. Tá spæla meistararnir úr Leicester á útivølli móti uppflytarunum úr Hull á KC Stadium.
Sum vit skrivaðu á in.fo fyri nøkrum døgum síðani, hava vit stovna eina føroyska deild til spælið, Premier League Fantasy.
Í spælinum fært tú eina ávísa upphædd at keypa leikarar fyri, har tú so stillar títt dreymalið. Og við at tilmelda teg deildina hjá in.fo fært tú kappast við aðrar føroyingar, soleiðis at man at enda sær hvør er føroya besti Premier League Fantasy spælari. Til ber eisini at kappast við starvsfelagar, við liðfelagar og við vinir innanhýsis.
Stór undirtøka er fyri føroysku deildini, og higartil hava 180 føroyingar tilmelda sær lið í deildini hjá in.fo – ítrótti.
Fyri at koma uppí deildina, er fyrsta treyt at man stovnar sær fantasy lið. Til ber at stovna sær lið á fantasy.premierleague.com.
Kotan fyri at koma uppí deildina er: 1673454-435114










