18 ára gomul gevur yrkingarsavn út

?Orðini hava tagnarskyldu? er heitið á fyrsta yrkingarsavninum hjá 18 ára gomlu Siggu-Mariu Hjalmarsdóttir Højgaard. Í savninum eru 19 yrkingar á føroyskum og enskum. Hon er fødd og uppvaksin á Landavegnum í Havn, eitt skifti búði hon í Nyborg og tannárini búði hon í Suðri og í Hoyvík. Nú gevur hon sítt fyrsta yrkingarsavn út, ?Orðini hava tagnarskyldu?. Yrkingar um kenslur, hugsanir og lívið hjá einum ungum føroyskum tannáringi á ferð - í tíð og stað.

Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard byrjaði at yrkja longu tá hon var 10-11 ára gomul. Tær 19 yrkingarnar í hesum fyrsta yrkingarsavninum eru eitt úrval úr umleið 70 yrkingum, sum hon hevur skrivað hesi árini. Yrkingarnar eru á føroyskum og enskum máli. Ein spegling av málsliga gerandisdegnum hjá dagsins ungdómi og hennara egnu lívsferð.

Yrkingarsavnið ?Orðini hava tagnarskyldu? er givið út við fíggjarligum stuðli úr Mentanargrunni Landsins í sambandi við, at grunnurin letur stuðul til ungar føroyskar útgevarar. Savnið er sett upp og prentað á Føroya Prenti. Permumyndina hevur høvundurin málað. Savnið fæst til keyps í bókabúðum í Havn í næstum og kostar 60 krónur.