18 ára fongsul fyri morð í Irak

Ein amerikanskur hermaður fekk í gjár 18 ára fongsul fyri at hava myrt ein mann í Irak. Saman við sjey øðrum hermonnum var tann 22 ára gamli Robert Pennington ákærdur fyri at hava burturflutt og myrt ein mann nærhendis Bagdad tann 26. apríl í fjør.

Í hernaðarrættinum játtaði hann seg sekan, og í gjár varð hann dømdur 18 ára fongsul. Fýra av feløgum hansara hava eisini játtað seg sekar.

Teir átta amerikonsku hermenninir burturfluttu Hashim Awad úr einum húsum uttan fyri Bagdad og myrdu hann. Aftaná søgdu teir, at abbi hansara hevði framt illgerðina, men kanningar vístu, at so var ikki.