Í dag spælir flogbóltslandsliðið hjá kvinnum fyrsta dystin í øðrum umfari í innleiðandi kappingini í EM undankappingini. Dysturin verður klokkan 12 móti Kýpros.
Á føroyska liðnum er langt millum aldursforsetan, 35 ára gomlu Sólgerð Henriksen úr Drátti, og 17 ára gomu Petra Sunadóttir Hansen, sum eisini spælir við Drátti.
Les eisini: Heitar flogbóltskvinnur
Liðið kom vegin fram í gjár og tað er nakað heitt í Luksemborg. Ein stóra avbjóðing er, at nógvar nýggjar eru liðnum og ikki hava spælt landsliðsflogbólt fyrr.