18 ár fyri at keypa sigarettir

Danska stjórnin fer at leggja fram uppskot um, at fólk skulu hava fylt 18, áðrenn tey kunnu keypa sigarettir Eftir galdandi lóg kunnu fólk keypa sigaerettir, tá tey eru vorðin 16, men nú er líkt til, at ein meiriluti í Fólkatinginum er fyri at hækka aldursmarkið í 18 ár.

Kanningar hava víst, at nógv teir flestu stórroykjararnir byrja at royka sum heilt ung, og tí heldur stjórnin tað vera eina roynd vert at hækka aldursmarkið.

-Vit vita, at tað hevur stóra ávirkan á heilsuna, hvussu tíðliga ein byrjar at roykja, og tí fari eg at legggja eitt uppskot fram, sigur Jakob Axel Nielsen, heilsumálaráðharri, við danska kringvarpið.

Fleiri flokkar hava longu sagt seg vera til reiðar at taka undir við uppskotinum. Tað ger tubbaksídnaðurin eisini.

-Vit hava ongan áhuga í, at børn roykja, sigur stjórin í Skandinavisk Tobakskompagni, Niels Frederiksen, við DR.