Síðan seinastu dagføring eru tilsamans 19 nýggir tilburðir við covid-19 staðfestir í Grønlandi, harav 18 eru staðfestir í Nuuk.
Av teimum 18 tilburðunum í Nuuk, eru nakrir staðfestir eftir eitt tiltak í fríkirkjuni, Inuunerup Nutaap Oqaluffia, har luttakarar vóru úr ymiskum pørtum av landinum.
Landslæknaembætið heitir tí á fólk, sum vóru við til tiltakið í fríkirkjuni, um at vera sera ansin um sjúkueyðkenni og lata seg kanna fyri covid-19.
Á heimasíðuni hjá Sermitsiaq verður eisini víst til nakrar flogrutur, har smitta hevur verið í flogførunum.











