Sørvágs kommuna hevur nú, sum siðvenja hevur verið í fleiri ár, sett saman eitt kunningarskriv til borgararnar, og skrivið er í dag lagt út á heimasíðuna hjá kommununi. Tá spurningurin um grundstykki verður umrøddur, verður víst á stóra týdningin, at kommunan gongur undan, soleiðis at tørvurin á grundstykkjum altíð er nøktaður.
- Seinasta kommunala útstykkingin í Sørvági varð gjørd í Billubønum í umleið 2008, og nú eru vit í uppisetri við grundstykkjum. Sitandi bygdaráð fór alt fyri eitt í eina tilgongd at fáa keypt øki til útstykking, og hetta eydnaðist.
Í kunningini verður víst á, at Sørvágs kommuna í fjør keypti eitt nærum 35000 fermetrar stórt øki til útstykkingar. Her verður pláss fyri umleið 30 sethúsum og møguligari íbúðarbygging. Í fyrsta umfari verður útstykkjað til umleið 18 grundstykki, sum við einum fríøki í miðjuni fara at hava útsýni út móti fjørðinum og oman í bygdina.
- Peningur varð settur av á fíggjarætlanini fyri í ár til hesa útstykking, men av ymiskum orsøkum er tað ikki eydnast okkum at koma rættiliga í gongd. Eitt nú liggur ein háspenningslinja hjá SEV í økinum, sum má fáast burtur, innan KJO, sum skal gera útgrevstrararbeiðið, kann fara til verka. Peningur er aftur settur av til næsta ár, og vit vóna, at vit kunnu bjóða stykkini til sølu sum skjótast.
Í Sørvágs kommunu vísa tey eisini á, at Bústaðir eiga fimm íbúðir í Billubønum, og kommunan hevur í ár keypt og planerað eitt grundstykki úti í Geilini í Sørvági, sum Bústaðir keypir frá kommununi. Hetta merkir, at innan stutta tíð eru 10 leiguíbúðir í bygdini til tey, ið ikki vilja eiga, men heldur leiga.
Fólkatalið í Sørvágs kommunu er veksandi, og hin 1. november í ár búðu 1197 fólk í kommununi. Í løtuni, tá kunningarskrivið, sum nú er komið, varð skrivað, var fólkatalið farið um tey 1200, og hetta er fyrstu ferð yvirhøvur, at so mong búgva í Sørvágs kommunu.