Svimjing
Suðuroyar Svimjifelag tók lut í stórari kapping í Íslandi um vikuskiftið.
Og illa ber til at staðfesta annað, enn at úrslitini vóru framúr. 3 gull-, 3 silvur- og 4 fýra bronsumerki vóru við í viðførinum á heimferðini, og ikki færri enn 18 føroysk met vórðu sett.
Suðuroyar Svimjifelag hevur luttikið í stórari svimjikapping í Íslandi. Úrslitini tala fyri seg, svimjarararnir gjørdu eitt ordans hál, og koma heim við 3 gull, 3 silvur, og 4 bronsu.
Metini, sum talan var um, vóru hesi:
Svimjari Grein Tíð
Dánjal Martin Hofgaard 50 m bringu 0.32,36
Malan V. Bærendsen 50 m bringu 0.36,60
Shaila millum Garðarnar 50 m firvald 0.30,65
Pál Joensen 1.500 m frí 16.05,02
Dánjal Martin Hofgaard 100 m bringu 1.10,94
Malan V. Bærendsen 100 m bringu 1.22,39 (fyrstu 100 av 200 m)
Malan V. Bærendsen 200 m bringu 2.51,39
Pál Joensen 200 m firvald 2.18,05
Shaila millum Garðarnar 100 m firvald 1.09,87
Malan V. Bærendsen 100 m bringu 1.21,07 (fyrstu 100 av 200 m)
Malan V. Bærendsen 200 m bringu 2.50,31
Pál Joensen 200 m firvald 2.16,87
Malan V. Bærendsen 100 m bringu 1.19,73
Annmari Midjord 200 m firvald 3.02,62
Pál Joensen 100 m firvald 1.00,98
Pál Joensen 200 m frí 1.58,43
Malan V. Bærendsen 100 m bringu 1.19,39
Pál Joensen 200 m frí 1,56,56