Klæmint Olsen hevur skotið 18 mál í 18 dystum, og lítið er at ivast í, at í 2016 fer Klæmint Olsen eisini at skjóta yvir 20 mál fyri besta liðið hjá NSÍ. Aftur í dag var Klæmint Olsen á rætta staðnum til rætta tíð, og tryggjaði NSÍ trý stig við sínum máli til 2-1, sum gjørdist endaliga úrslitið í dystinum úti á Argjum. Málið kom beint áðrenn vanliga leiktíðin var lokin.
- Tað var forloysandi at fáa avgerandi málið so seint, staðfestir liðskiparin hjá NSÍ. Klæmint Olsen fegnast um áhaldnið NSÍ-arnir vístu, og hann fegnast um, at teir orkaðu so væl, og orkaðu at leggja trýst á heilt til dystarenda. Liðskiparin hjá NSÍ staðfestir, at AB hevur mangan verið eitt torført mótstøðulið hjá NSÍ, og teir vistu, at teir fóru at fáa tað torført á Argjum.
Klæmint Olsen heldur, at liðið er aftur í einari góðari gongd, aftaná niðurtúrin í juni, tá liðið ikki vann í nøkrum dystum. Eftir dystin fóru NSÍ-arnir at fáa sær suppu frá blíðum fólkum á Argjum, og so gekk leiðin norður til Runavíkar at fyrireika seg til komandi uppgávurnar í effodeildini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 við Klæmint Olsen aftaná 2-1 sigurin hjá NSÍ úti í Vika á Argjum í kvøld.