18 leikarar úttiknir til EM-undakappingardystir

A-landsliðið við kvinnum spælir í næstum - Hesar 18 hava fingið landsliðboð

Føroyska A-landsliðið hjá kvinnum skal í næstum spæla tveir EM-undankappingardystir. 25. mars bjóðar Ukraina av í Høllini á Hálsi, og 29. mars spæla liðini aftur í Ukraina, og í dag er hópurin úttikin.

Hetta eru triði og fjórði dystur av teimum seks, ið skulu leikast í undankappingini til EM, sum verður í Danmark og Norra í desember.
Tvey tey fremstu í hvørjum bólki spæla seg í EM-endaspælið. Føroyar eru í bólki 7, saman við Ukraina, Póllandi og Rumenia. Í september spældu Føroyar ímóti hinum báðum liðnum í bólkinum.

FM1 tók soleiðis saman um teir báðar dystirnar:

Pólland-Føroyar 28-16 (FM1 á in.fo)

Føroyar - Rumenia 20-25 (FM1 á in.fo)

Hondbóltssamband Føroya boðar á heimasíðu síni hsf.fo frá, at landsliðsvenjararnir, Ágúst Jóhansson og Sophus Dal Christiansen, hava úttikið hesar 18 leikarar til EM-undankappingardystirnar ímóti Ukraina:

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, H71
Fríða Petersen, VÍF
Viviann Petersen, VÍF

Útileikarar:
Tóra Eliasen, Stjørnan
Durita Toftum Joensen, H71
Fríða á Dunga, Neistin
Guðrið á Borg, H71
Durita Christophersen Jojic, VÍF
Lív S. Poulsen, Ikast-Herning
Kristianna Henneberg Joensen, Skovbakken
Marita Mortensen, H71
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Ajax København
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Ingunn Kristina Persson, Neistin
Marjun Falkvard Danberg, Neistin
Bjarta Johansen, Vendsyssel
Bára Krossteig Hansen, Kyndil
Brynja Høj, Neistin

Føroyska liðið skal spæla á heimavølli í Høllini á Hálsi mikudagin tann 25. mars kl. 19.00 móti Ukraina. Liðið møtast aftur sunnudagin 29. mars í Kharkov í Ukraina.

16 leikarar kunnu skrivast á dómaraseðilin til hvønn dyst.