Síðstu nátt frystu ikki færri enn 18 póllendingar í hel, siga pólskir myndugleikar. Nógvi kuldin í Pólandi hevur avleiðingar við sær.
Pólskir myndugleikar siga, at bara síðstu nátt frystu ikki færri enn 18 póllendingar í hel.
Kuldabylgjan, sum er yvir Pólandi, ger, at kuldin hevur verið heilt niðri móti 30 stigum minus.
Við teimum 18 fólkunum, sum frystu í hel síðstu nátt, eru tilsamans 38 póllendingar deyðir í vetrarkuldanum seinastu tríggjar dagarnar.
Tað sigur uttanríkisráðið í landinum.
Ein hópur av fólki í Pólandi hevur eisini verið uttan el og hita.
Í býnum Czestochowa har suðuri í landinum høvdu 150.000 fólk ongan streym og ongan hita í morgun.
Flestu teirra, sum doyðu síðstu nátt, vóru heimleys.
Samantvinningin við kulda, alkoholi og tað, at ein partur av fólkinum ongastaðni hevur at búgva, er høvuðsorsøkin til, at so nógvir póllendingar doyðu í kulda síðstu nátt.